Anna…

veit ikki, um tit kenna damuna niðanfyri, men tað burdu tit! hon syngur fantastiskt… hon vann seinastu Ársins Songrødd kapping… og hon syngur sum ein dreymur, hevur eina heilt serliga, lekkra jazzuta rødd… far inn á youtube og lurta eftir henni… og hasir sangirnir, hon syngur, eru also ikki verðins nemmastu at syngja!

eg tók nakrar myndir av henni herfyri, og eg komi barasta ikki yvir hennara fantastiska hár! hon minti meg ikki sørt um Onnu av Grønafløtti (Anne of Greengables)… ein av mínum yndis serium, tá eg var yngri… elskaði at síggja Onnu í tí vakra landslagnum á Prince Edward Island… og finna uppá alt møguligt løgið…

Eins og Anna av Grønafløtti hevði síni heilt serligu evni, hevur navnin Anna Nygaard somuleiðis heilt serlig evni, sum, eg trúgvi, kunnu føra hana víða…

 

Leave a Reply