Archive for the ‘Persónligt’ Category

photo shoot on the beach…

Monday, July 28th, 2008

seinasta kvøldið, vit vóru í Bognor Regis, fóru vit ein túr oman á strondina í skýmingini… perfekt ljós til myndatøku…

eg vildi eisini royna nýggja “keppin”, eg hevði keypt í H&M… riggar hann ikki væl til myndatøku?

tikin í Cardiff…

Monday, July 21st, 2008

vit eru í summarfrí!!! simpulten so deiligt… nú eru vit stødd í Bognor Regis sunnaliga í Onglandi… hava annars koyrt í Wales í eini fimm dagar… ongantið havi eg áður verið í Wales, og eg eri simpulten so imponerað!!! heilt ótrúliga vakurt… svóvu m.a. eina nátt í “yndiga” býnum Llandudno, har norðuri í Wales… býurin var sum tikin úr eini filmatisering av onkrari av bókunum hjá Jane Austen… eg leitaði eftir Mr. Darcy, men uttan úrslit… 

speaking of Jane Austen…. í gjár vóru vit í Bath… har var sanniliga eisini vakurt… Jane Austen búði faktisk í Bath í fimm ár… tvær av bókum hennara skrivaði hon í Bath… men tó ikki mína yndis: “Pride and Prejudice”…. eg fekk lokkað Sølva og Betuel ein túr í “The Jane Austen Centre” í Bath… steðgurin var tó ikki serliga langur… uttan at hava ov nógvar fordómar, so haldi eg, at kvinnur nokk eru meiri “into” Jane Austen… eg helt tað í øllum førum vera áhugavert… men søgufrøðingurin hjá mær (Sølvi) er sum ein svampur bara talan er um okkurt søguligt, so eg ivist onga løtu í, at hann minnist alt, sum hollendska daman greiddi frá um frøkin Austen…. men tað, sum eg nokk serliga komi at minnast frá Bath, er, at eg bleiv stungin av eini vespu!!! ikki minni enn tvey stikk!! men onki meiri hendi, enn at eg fekk ilt!!! so hevur man prøvað tað…. vit vóru júst farin í eina park, har vit skuldu fara at spæla tennis… og so bleiv eg stungin… sindur spell… eg var so mikið hysterisk, at vit máttu skunda okkum heim á hotellið til “ferðaapotekið” har eg fekk smurt okkurt á og tikið eina allergitablett….

vit steðga her suðuri í Bognor Regis (Butlins) í eina viku, so gongur leiðin til London… har vit somuleiðis steðga í eina viku…. 

ná, men ein mynd má til…. hendan er tikin í Cardiff fyrradagin…


tripadvisor.com
líka til seinast…. tá vit tilrættisløgdu okkum túrin í Stóra Bretlandi, vistu vit ikki rættuliga, hvar vit skuldu yvirnátta… vit skuldu koyra nokk so nógv og gista í ymiskum býum… vit vildu búgva hampuliga bíligt men gott… veit ikki, um tit kenna síðuna www.tripadvisor.com, men hon er fantastisk!!! so at siga øll hotellverilsini eru bíløgd eftir ummælum hjá ferðandi, sum hava skrivað teirra ummæli á tripadvisor…. vit valdu okkum onkrar býir, har vit ynsktu at yvirnátta, og funnu so fram til hotellini á tripadvisor… uttan undantak hava vit verið stak væl nøgd við øll hotellini – stór sum smá… í Cardiff m.a. svóvu vit á 12. hædd í einum stórum hotelli mitt í býnum, meðan vit búðu í einum sjarmerandi B & B í Llandudno…. 

so tit, sum ikki vita hvar, tit skulu búgva, tá tit fara at ferðast, farið inn á tripadvisor… hotell kring allan knøttin verða ummælt…

betuel anno 2005

Thursday, May 15th, 2008

eg kom fram á hesa myndina í savninum nú ein dagin… hon er tikin, tá áhugin hjá mær fyri myndatøku av álvara var farin at veksa… hann sat so trúfastur “modell” fyri mammu sína… verri er at fáa hann at sita stillan nú…

betuel anno 2005 (7 ár)

 

oyndarfjørður…

Sunday, May 4th, 2008

tá veðrið byrjar at blíva betur – dagarnir gerast ljósari og longri – plaga vit ofta at fara ein sunnudagstúr… tað er so deiliga avslappandi at seta seg í bilin og koyra avstað nakrar tímar…

ein sunnudag herfyri vóru vit í oyndarfirði… kann ikki minnast, nær eg var í oyndarfirði seinast, men tað er langt síðani…

har var øgiliga deiligt og vakurt… vit settu bilin og fóru ein túr oman í fjøruna… betuel hugnaði sær óført…

myndatólið var sjálvsagt við… funnu eitt gott pláss beint við nøkur neyst… tiknar í skugga… beinleiðis sól dugi eg slettis ikki at fáast við…

hann er nú nokkso fittur… deiliga vidundrið hjá mær…. helsje?