Archive for the ‘Gentur’ Category

“glimt í eyganum”

Thursday, September 25th, 2008

summi fólk hava tað bara… “glimtið í eyganum”… Fía hevur tað! 

hetta var fyrstu ferð, eg hitti Fíu, og eg má siga, at hon hevði persónligheit so tað baskar… hon var sjarmerandi, “kúllalig”, fitt og deilig… mamman fortaldi, at við henni visti man ongantíð, hvat hon kundi finna uppá… hon kundi saktans fáa eina rúgvu av gentum til nátturða, tí Fía hevði bjóðað 🙂

jú, Fía skal nokk koma at klára seg….  

 

natúrtalent…

Thursday, August 28th, 2008

tað er so ymiskt, hvussu fólk eru, tá eg taki myndir av teimum… børn eru vanliga natúrlig, men hóast hetta eru tað summi, sum bara “duga” serliga væl at blíva fotograferað… eg veit ikki ordiliga hví… og tað hevur onki við útsjónd at gera… tey eru bara serliga rólig og fortrólig við myndatólið… 

henda yndiga gentan var eitt natúrtalent… eg haldi, at so at siga allar myndirnar, eg tók av henni, lukkaðust væl…  

Familjan Mikkelsen…

Sunday, August 24th, 2008

hesi fittu børnini eru trýmenningar við hini børnini, sum í løtuni búgva í Grønlandi (“skrolla” eitt sindur, so sært tú tey)… mammurnar eru systkinabørn…

myndirnar eru tiknar heima hjá mær í góðum ljósi beint við eitt vindeyga..

eru tey ikki fitt??

signa…

Sunday, May 4th, 2008

hetta er guðdóttir mín, signa… eldra systir hennara konfirmeraðist henda dagin… myndirnar eru tiknar í hurðini í kirkjuni… hon er á veg út í bilin… eg klikti tvær ferðir… og wupti! tvær deiligar poetiskar myndir av signu…

tað kavar uttanfyri… eg haldi, hon er sipulten so yndig…