Archive for the ‘Blandað’ Category

Marius…

Sunday, October 18th, 2009

Tuesday, January 27th, 2009

Monday, December 22nd, 2008

Frau Elduvík

Tuesday, May 6th, 2008

Á páskum koyrdu vit ein túr niður gjøgnum Europa… steðgaðu tveir dagar í Berlin… tann eina dagin vitjaðu vit ein yvirvaksnan Nike-handil… handilsmennirnir vóru blíðir og tíðir, og tann eini spurdi okkum; “Where are you from?” … vit fortaldu so, at vit komu úr Føroyum og byrjaðu uppá ta vanligu svaduna: “It’s in the middle of the Atlantic Ocean, between Iceland, Scotland and Norway…. bla bla bla…” men so letur í honum: “I know The Faroe Islands…. we played against you….” Sjálvandi! Fótbóltlandsliðið!! So helt hann áfram: “You know… we make jokes about you….” “Á ja…” søgdu vit… “Yes, what people here know about the Faroe Islands is, that you have more sheep than people” tað helt hann obinbart vera mikið stuttligt…. jú jú… men vit góvu týska landsliðnum ein hvøkk, tá vit spældu mótu teimum á Tórsvølli… nógvar seyðir ella ikki…

Hetta er ein Frau Elduvík… eg kenni lítið og einki til seyð, hóast vit hava nógvan seyð her á klettunum (sum týskarar obinbart vita alt um)… hvussu er persónligheitin hjá seyði? Eru teir ymiskir… hvussu við intelligensinum?? Eg veit bara, at kemur tú koyrandi við bili, og seyður gongur á vegnum (serliga í Kollafirði!!! irriterandi!!!) so skalt tú vera vís/ur í, at ærin rennur beint móti bilinum… stein bítt…

Men fyri at venda aftur til Frau Elduvík… hon sær nú út til at hava persónligheit, ikkjesannheit?? Faktis sær hon vakin og gløgg út… men mon ikke at hon, eins og tær flestu, hevði runnið beint móti bilinum, um vit møttu henni??? Tað eri eg stórliga bangin fyri…. 

Frau Elduvík (myndin er tikin í Elduvík…)