Archive for the ‘Dreingir’ Category

:-)

Sunday, December 14th, 2008

Sofía…

Tuesday, November 18th, 2008

finna røttu kósuna aftur…

Saturday, November 15th, 2008

hesa myndina eri eg øgiliga glað fyri…

eg havi tikið myndir í eina tíð nú, og tað er rættuliga ymiskt, hvussu væl nøgd eg eri við myndirnar, eg taki… og serliga tá eg taki fyri onnur, hugsi eg meiri um, hvat eg vænti teimum dámar, enn tað mær dámar sjálv…

tey flestu ynskja at síggja fittar og glaðar myndir av børnum sínum… 

tá eg byrjaði at taka myndir fyri fáum árum síðani var orsøkin bara EIN! eg elskaði tað! tað gjørdi meg glaða… og eg gjørdi tað, tá eg hevði hug til tað… og eg tók tær myndir, ið mær dámdi… ofta vóru tær rættuliga daprar… onki smíl… men eg “føldi” nakað, tá eg hugdi at teimum…

ta seinastu nokk so longu tiðina haldi eg, at eg eri vilst… myndatøkan, sum bara skuldi vera fyri meg sjálva, er blivin til eina skyldu… eg geri tað fyri onnur…  eg havi mist kósina… 

 

sølvi…

Saturday, November 1st, 2008

ljós og eygu…

Wednesday, October 8th, 2008

ljósið og eyguni hava alt at siga….

hann broytist…

Monday, September 1st, 2008

eg havi tikið óalmindiliga nógvar myndir av honum tey seinastu árini… tað er áhugavert at síggja, hvussu andlitið hjá honum broytist… hann líkist sær sjálvum, men tó síggi eg stórar broytingar… andlitið virkar meiri langt og smalt (hóast hann hevur eitt rættuliga runt andlit)… vænti andlitið tey komandi árini fer at broytast enn meiri, nú hann nærkast einum tannáringi (verður 12 næstu ferð)…

minnist tað sum um tað var í gjár, at eg sá hann fyrstu ferð… hann græt slettis ikki… hugdi álvarsamur uppá meg við sínum stóru eygum og trillrundað andlitið… eitt undur… eg eigi heimsins fittasta son…  

 

smíl ella ikki…

Wednesday, August 27th, 2008

eg eri avgjørt nógv meiri til myndir uttan smíl… serliga tí at eg haldi, at smíl á myndum ofta eru ónatúrlig… ella er orsøkin tann, at eg ikki dugi at fáa natúrlig smíl fram, tá eg taki myndir…

men hesin kúllurin er also sjarmerandi… elski hansara ektaða látur á myndunum, simpulten so lívsjáttandi…

eg tók sjálvsagt eisini onkra uttan smíl…

 

60 mm linsa…

Monday, August 25th, 2008

hesar myndirnar eru báðar tiknar við mínari 60 mm linsu… havi nærum onki brúkt hana í seinastuni, men mær dámar hana ordiliga væl… 

hendan er tikin í gjár (24.08.2008) 

og hendan er tikin 13.07.2005… er hann broyttur nakað?

Familjan Mikkelsen…

Sunday, August 24th, 2008

hesi fittu børnini eru trýmenningar við hini børnini, sum í løtuni búgva í Grønlandi (“skrolla” eitt sindur, so sært tú tey)… mammurnar eru systkinabørn…

myndirnar eru tiknar heima hjá mær í góðum ljósi beint við eitt vindeyga..

eru tey ikki fitt??

heima í summarfrí…

Monday, August 11th, 2008

fyri nøkrum vikum síðani hevði eg vitjan av hesum fittu gestunum… tey vóru heima í Føroyum í summarfrí, tey eru annars í løtuni búsitandi í Grønlandi… skulu vera har 1-2 ár… spennandi at uppliva okkurt øðrvísi enn lítlu Føroyar…

eg fekk lokkað mammuna at lata meg taka av henni eisini…